Upp- og afturlatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl.7.30 til 17.00.

Tá stovnurin er opin,

er garðurin bert til børnini, sum eru á stovninum. 

 

Klæðir

Klæðir og skiftiklæðir Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at foreldrini hampa um klædnagoymsluna hjá barninum dagliga, og kanna eftir, at skiftiklæðini eru tøk hvønn dag.

Fyri at halda skil á hvør eigur hvat mugu klæðini vera merkt.

Matpakkar

Børnini hava matpakka við hvønn dag, sum er merktur við navni.Børnini í vøggustovuni eta matpakka umleið kl. 10.30 og børnini í barnagarðinum umleið kl. 11.30. Børnini fáa mjólk afturvið matpakkanum frá stovninum. Vit gera millummála á stovninum. Børnini í vøggustovuni fáa uml. kl. 13.30 og tey í barnagarðinum umleið kl. 14. Stovnurin ger vanliga heitan mat til børnini eina ferð hvønn mánaða, kostnaðurin er 120,- kr. fyri hálvárið. Og frá tí heita til tað kalda. Stovan skipar fyri køldum borði vanliga eina ferð hvønn mánaða.

Føðingardagar

Tá barnið hevur føðingardag, hátíðarhalda vit dagin við at flagga og syngja fyri barninum.

Foreldur avgera sjálvi, um tey ynskja at bjóða eitthvørt á stovninum.

Føstulávint

Føstulávintsmánadag koma børnini klødd sum grýlur ella hava grýluklæðir við. Vit sláa tunnu inni í stovuni.

Jólahald

Haldið er vanliga tíðliga í í desembur. Foreldur og systkin eru vælkomin. Skúlabólkurin framførir t.d Santa Lucia og sjónleik. Tey smærru syngja nakrar sangir. Vit dansa jólatræ, og jólamaðurin kemur við pakkum. Eisini er kaffi og køkur.

Garðdagur

Hesin verður oftast hildin í mai mánaða ella síðst í august. Foreldur og systkin verða boðin at hjálpa til við at fríðka uttandura økið.

 

Foreldrafundir

Samskiftið millum tykkum og okkum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Tí bjóða vit tykkum til samrøðu eina ferð um árið, har vit í frið og náðum tosa um hvussu veit við hjá barninum. 

Vit skipa eisini fyri einum stovufundi og einum felags foreldra­ fundi eina ferð um árið.

 

Foreldrakaffi

Vit hava foreldrakaffi einferð um mánaðin frá kl. 7.30 til 9.30, har vit bjóða morgunmat. 

Foreldraráðið

Í foreldraráðnum eru 3 limir. Uppgávan hjá foreldra­ ráðnum er í høvuðsheitum at styrkja um samstarvið millum heim, stovn, foreldur og kommunu. Og virka fyri trivnað millum børn, foreldur, starvsfólk og stovn. 

  • aaa, stova (søn/datter)
  • ááá, stova (søn/datter)
  • bbb, stova (søn/datter)

Sjúka

Eru børnini sjúk við ikki varandi sjúkum, verða tey heima hjá foreldr­unum. Vit geva børnum lívsneyðugan heilivág fyri varandi sjúku. Um barnið gerst sjúkt aftan á at tað er komið á stovnin, seta vit okkum í samband við foreldrini, so barnið sleppur heim. 

Námsfrøðislesandi

Av og á hava vit námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Tey koma vanliga frá Føroya Pedagogskúla í Havn ella frá skúla í Danmark. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum og læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum.

Frídagar

  • Páskafrí: Skírisdagur - 2. páskadag
  • Dýrabiðidag: Stongt
  • Flaggdagur: Stongt
  • Kristi himmalsferðardag: Stongt
  • Grundlógardagin: Opið til kl. 12:00
  • Jólafrí: Jólaaftan - Nýggjársdag