Námsætlan

Inngangur. 

Okkara námsætlan er eitt amboð í tí pedagogiska arbeiðum fyri at seta okkum mál í mun til menningina hjá børnunum. 

Uppgávan hjá okkum er at stimbra børnini til at klára seg í samfelagnum. 

Tað skal vera samsvar millum tey krøv, sum samfelagið setur og tað innihald og avbjóðingar, vit hava at bjóða barninum. 

Okkara arbeiðsgrundarlag er dagstovnalógin. 

Okkara fyrsta endamálsorðing varð gjørd í 2002 út frá dagstovnalógini. 

Hetta vóru tey fyrstu málini hjá okkum. 

  • Vit eru verjar og vinir hjá børnunum. 
  • Vit hjálpa teimum til eitt gott vinalag. 
  • Vit virða rættin til hjá hvørjum einstøkum at vera tann hann er. 
  • Vit læra tey at skyna á hvat er títt og mítt. 
  • Vit læra tey at loysa trætur á ein friðarligan og samstarvandi hátt. 
  • Vit fara væl um og læra børnini tað sama. 

Vit hava síðani brúkt ráðleggingardagar, starvfólkafundir til at gera okkara pedagogiska arbeiði á stovninum sjónligt og at seta nýggj mál. 

Vit hava verið neyv í okkara arbeiði og sett orð á alt virksemið, sum vit hava at bjóða børnunum og hvønn hugburð og hvørjar tankar vit gera okkum um tað virksemi sum er. Og hesir tankar fevna frá dukku, lego og søgukrókum til borðspøl, djór, bátar, slot, stór lego. 

Frá verkstaði, stillarúmi, sangløta, sjónleiki og skúlabólki. 

Vit læra tey um høgtíðir, serstakir frídagar. 

Vit vitja ymisk støð sum hava mentunaligan týdning eitt nu bókasøvn og Norðurlandahúsið. 

Vit seta orð á alt virksemi ið er á stovninum, sum hevur týdning fyri menningina hjá barninum. 

Við støði í tí virksemið sum var gjørdu vit eina nýggja endamálsorðing í 2005. 

Endamálsorðingin: 

At skapa góð og lærandi spælistøð til børnini sum hóska til aldur, menning og avbjóðingar. Við spælistøð meina vit avmerkt støð á stovninum, har børn spæla ávís framman undan avgjørd spøl, sum styðja teirra menning. 

Okkara arbeiðssetningur. 

Innrætta fysisku karmarnir til lærandi spælistøð og verkstøð har útgangsstøðið er tikið í tí einstaka barninum, við atliti til aldur, vinalag, avbjóðingar og áhugað. 

At menna spæli og lærustøðini á stovninum. At eggja við nýggjum hugskotum, nýggjum avbjóðingum og nýggjum førleikum. 

Spæli og lærustøðini eru grundarsteinurin undir menningini av førleikum hjá børninum og okkara námsfrøðiliga amboð. 

Hesi spæli og lærustøð stimbra undir førleikan at læra spøl, at lurta, at menna hugflogið. 

Vit mentu og broyttu okkara arbeiðslag, soleiðis at møguleiki var at arbeiða í minni bólkum. 

Hetta hevur gjørt at vit arbeiða meira tilvitað, skilt á tann hátt, at møguleiki er fyri at fara í dýpdina við einum evni, uttan at vera órógvaður av ymiskum øðrum uppgávum. 

Vit leggja eina ætlan fyri vikuna soleiðis at innihaldið er kent fyri øll á stovninum, hvat vit arbeiða við. 

Í mai 2006 varð ein nýggj kunngerð í dagstovnalógini sett í verk undir virksemi o.a. á dagstovnaøkinum, um at gera eina námsfrøðiliga ætlan fyri hvønn aldursbólk sær. 

15. mai samtykti Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Kommunu, at kunngerðin skuldi seta í verk, at gera eina námsfrøðiliga ætlan fyri hvønn aldursbólk sær. 

Vit hava valt at brúkt ta donsku námsætlanina sum fyrimynd, meðan vit bíðaðu eftir at fáa eina føroyska námsætlan at arbeiða eftir. Hon hevur seks menningarøkir. Vit vóru í Danmark og kunnaðu okkum um ta donsku námsætlanina. 

Síðani hevur Tórshavnar Kommuna setti ein bólk í 2007 at gera ein frymil, hvussu vit kundu fara undir at gera hesa námsætlan og brúka vit nú teirra. 

Menningarøkini eru hesi: 

  • Persónlig menning 
  • Sosialir førleikar 
  • Málslig menning 
  • Børn og náttúra 
  • Kroppur og rørsla 
  • Mentunarlig virðir 
  • Skapandi evni 

Børnini eru í miðdeplinum og námsætlanin er eitt amboð at røkka málinum, sum er at børnini fáa ein so góðan gerandisdag og uppvøkstur sum til ber. 

Fyri okkum starvsfólk hevur tað størsta týdning, at vit eru eru tilvitað um okkara leiklut, tá ið vit eru saman við børnunum.Tað eru vit sum persónliga skapa eitt gott og vinarligt umhvørvi at læra og spæli í. Tað eru vit sum hava ábyrgdina av at hava eitt gott samband við øll børnini. 

Námsætlanin er onki í sær sjálvum, tað eru vit sum skapa hana bæði í innihaldi og sambandi við børnini, tá hon skal fremjast í verki. Tað eru vit tilvitað um. 

Persónlig menning: 

Er at: 

  • kenna seg væl og at vera tilvitað um seg sjálvan og onnur. 
  • vera saman við øðrum, tí í sambandi við onnur læra vit okkum sjálvi at kenna. 
  • gerast sjálvstøðug. 

 

0-3 ár: 

Støði verður tikið í tí einstaka barninum og at virða tað, sum tað er. Vit eygleiða barnið og vísa áhuga fyri tí. Vit greiða barninum frá, hvat skal henda, og hvat vit gera. Vit seta orð á kenslurnar hjá barninum, t.d., eg síggi væl, at tú ert keddur. Vit hjálpa barninum, at siga frá, um eitt annað barn t.d. tekur onkra leiku frá tí. 

Eitt tað týdningarmesta er at skapa eitt gott tilknýti til barnið, og leggja vit stóran dent á tað, tá tað byrjar í vøggustovu, m.a. við at hava eina myndaplansju av familjuni hjá barninum. Dentur verður lagdur á at taka væl ímóti barninum tá tað kemur. 

Vit stuðla undir áhugamál hjá barninum. Um áhugin t.d. er fyri dunnum, fara vit at hyggja at dunnum. 

Um barnið slær, vísa vit á aðrar møguleikar og læra tað, at tað er gerðin, sum tað er galið við. 

Í vøggustovuni eggja vit barninum at gera tað, sum tað sjálvt megnar, og stuðla barninum í tí, sum tað ikki megnar sjálvt. 

3-7 ár: 

Tað er týdningarmikið, at barnið verður møtt tá tað kemur í barnagarðin, og verður nevnt við navnið, so tað kennir seg vælkomið. 

Børnini læra, at tey skulu virða hvønn annan, tosa pent og hjálpa hvørjum øðrum. 

Barnið verður stuðlað í at gerast sjálvstøðugt, t.d. taka av borðinum og lata seg í klæðir. 

Tað eru góðir kamar á stovninum hjá barninum at menna seg í. 

Síðsta árið í barnagarðinum fer barnið í skúlabólk tveir dagar um vikuna. Fleiri krøv verða sett barninum, millum annað at sjálvi lata seg í og úr klæðum. Fyri at leggja arbeiða til rættis í skúlabólkinum gera vit eina SPU-kanning (skole-paratheds-undersøgelse). Árið hjá skúlabólkinum endar við eini legu. 

Sosialir førleikar: 

Eru: 

  • Vinaløg 
  • Sætta seg við reglur í leiki 
  • At hava innlivingarevni 
  • At síggja tørvin hjá øðrum og sær sjálvum 
  • At skilja felags boð 
  • At vera ein partur av bólkinum. 

 

0-3 ár: 

Vit eggja barninum í at vera saman við hini børnunum og teimum vaksnu, tí hetta mennir og stimbrar barnið. M.a. læra tey her, hvussu ein skal gera í spæli. Tí leggja vit stóran dent á frítt spæl, men hjálpa eisini við at býta um rollur so, at øll koma framat. 

Á stovuni býta vit børnini í smáar bólkar og stuðla á henda hátt uppundir vinaløg. 

Í samling læra vit barnið at bíða eftir tørni og at tosa í bólki. 

Vit læra barnið sjálvt at loysa ósemjur. Hetta gera vit við at vísa á møguligar loysnir og hjálpa tí við at siga frá. 

3-7 ár: 

Tað er týdningarmikið, at barnið skilur kenslur og tankar hjá øðrum, so tað m.a. í spæli lærir at samskifta og at síggja tørvin hjá øðrum. 

Hjálpa barninum at loysa eina ósemju, sum tey ikki megna sjálvi. 

Í samling lærir barnið at leggja ymiskt fram, meðan hini lurta, og at lurta eftir hinum. 

Fleiri vinaløg verða knýtt í barnagarðinum. Um eitt barn hevur trupult við at finna ein vin, stuðla starvsfólkini barninum við hesum. 

Í gongdini hjá barninum í at gerast sjálvstøðug leggja vit stóran dent á, at børnini hjálpa hvørjum øðrum og eru góð við hvønn annan. T.d. siga vit við tey elstu børnini, at tey eru fyrimyndir hjá teimum yngru, og tað ganga tey høgt uppí. 

Í skúlabólkinum verða størri krøv sett til, at tey duga at lurta í einum bólki og at tosa, meðan hini lurta. Gera uppgávur og læra tey at sita longur og miðsavna seg um hana, enn tey eru von við osfr. 

Væl verður fylgt við, hvussu tað klárar seg. Vit hava nógvar góðar uppgávur, sum vit gera saman, og vit fara eisini út í samfelagið og vitja støð og gera fleiri túrar. 

Skapandi evnir 

Er at: 

  • Finna uppá 
  • Hugsa øðrvísi 
  • Mála eina mynd, perla og byggja o.a. 

 

0-3 ár: 

Vit tekna og mála nógv í vøggustovuni, og vit tosa um myndirnar, hvat er á myndini, og hvat søgan aftan fyri hana er. 

Aftur her er tað av stórum týdningi, at barnið fær loyvið at spæla frítt, tí her nýtir tað eisini hugflogið. 

3-7 ár: 

Her á stovninum eru góðar hølisumstøður. Á stovunum hava vit litir, pappír, saksar, perlur og annað í barnahædd, umframt eitt verkstað. Á hesum støðunum hevur barnið møguleika at finna uppá og brúka sítt hugflog. 

Av og á gera vit felags skapandi ítriv. Ítrivið kann gerast saman við øllum í einari stovu, í smærri bólkum, einum ávísum aldurbólki ella saman við øllum stovninum. 

Til tíðir eru tað starvsfólkini, sum avgera, hvat ítrivið inniber, og aðrar tíðir eru tað børnini, ið avgera við vegleiðing frá starvsfólkunum. 

Bæði úti og inni eru góðir karmar hjá børnunum saman at skapa ymisk spøl og menna tey. 

Kroppur og rørsla: 

  • Røra seg 
  • Eta góðan kost 
  • Frísk luft 
  • At kenna kroppin 
  • At hvíla seg 
  • At nýta sansirnar 
  • Reinføri 

 

0-3 ár:

Vit ganga nógv túrar, so barnið sleppur at royna seg á sløttum og ósløttum lendi. 

Úti í garðinum rokast tey í sandinum og svansa í vatninum. Í garðinum er eisini skreiðibani, reiggjur og ein vøllur. 

Eina ferð um vikuna fara vit at svimja, har tey royna seg sjálvi, við t.d at lata seg í og úr. 

Fyri at minka um smittuvanda, læra vit børnini at vaska sær um hendurnar, áðrenn matpakka og eftir at hava verið á vesi. 

3-7 ár: 

Vit ynskja, at tey verða kropstilvitað, bæði við at røra seg, hvíla seg, eta rætt og duga reinføri. 

Vit fara nógvar túrar, har barnið kann røra seg. Vit hava eitt deiliga fjølbroytt øki rundanum okkum, har barnið fær runnið, hoppað, reiggjað v.m., og tað stimbrar alt. Eisini er slætt øki, so barnið fær súkklað og líknandi. 

Inni eru eisini møguleikar fyri at røra seg, her kunnu vit dansa, reiggja og klatra. Vit hava stillarúm við friðarligum tónleiki, har børnini kunnu hvíla og sansa seg sjálvan. 

Hvønn dag verður frukt niðurskorin, og so fáa vit eisini góðan millummála. 

Mál og samskifti: 

  • At skilja og tosa føroyskt 
  • Týðiligt mál 
  • Gott orðafeingi 
  • Duga at lurta 
  • Samskifta við øllum kroppinum. 
  • At duga, at seta orð á umhvørvið, upplivingar og á seg sjálvan 

 

0-3 ár: 

Vit seta orð á, hvat vit síggja gera og uppliva. Geva barninum stundir at tosa, og tann vaksni endurtekur orðini rætt, so tað lærir, hvussu tað skal úttalast. 

Barnið lærir at lurta eftir hinum, hoyra søgur, síggja myndabøkur, spæla myndaspøl og djór, syngja og siga rímur. 

3-7 ár: 

Vit hava sum mál, at barnið skal duga at málbera seg, so øll skilja, hvat tað sigur og vil. 

At barnið lærir seg at lurta, meðan onnur tosa. Í samskifti og spæli læra børnini av hvørjum øðrum. 

Vit lesa søgur, spæla sjónleik, syngja og gera sangspøl. 

Í samling greiðir barnið frá ymiskum hendingum, sum tað hevur verið fyri, t.d. hvat tað hevur gjørt í summarferiuni. 

Náttúra og umhvørvi: 

  • At virða náttúruna 
  • At hava endurnýtslu 
  • At hava upplivingar uttandura 
  • At vera tilvitað og sansa náttúruna, so sum plantur, djór, fjøru, haga og veður. 

 

0-3 ár: 

Hetta gera vit við at vera í náttúruni, t.d. ganga í haganum ella í viðalundini. 

Vit eru nógv úti og tosað um tað, vit síggja og uppliva. 

3-7 ár: 

Vit hava rotkassa í garðinum hjá okkum, so børnini kunnu fylgja við í, hvussu matrestir blíva til mold. Inni hava vit fleiri ruskspannir at skilja ruskið í. 

Her læra vit børnini at skilja ruskið. 

Eina ferð um árið samlar Skúlabólkurin rusk, og tá læra tey um, hvat náttúran kann móttaka ella niðurbróta, og hvat er farligt. 

Vit eru túrar bæði í haga, fjøru og í viðalundini. Vit vitja, har sum djór eru, t.d. á Sjósavninum og í rættini. 

Vit fara á bókasavnið og læna bøkur um djór og um umhvørvið. Bøkurnar liggja frammi, og børnini hyggja í tær og spyrja okkum, og vit lesa og kanna ymiskt saman. 

Vit samla ymiskt úr náttúruni, so sum greinar, bark og tara og gera myndir og framsýningar burtur úr tí. 

Siðir og mentan: 

  • At syngja, dansa, hoyra søgur, síggja sjónleik og list 
  • At vitja støð, sum hevur við okkum og við aðrar tjóðir at gera. 
  • At syngja til matarborðið 
  • Føroysku hátíðirnar og siðir 
  • Ítrótt 

0-3 ár: 

Í vøggustovuni lesa vit nógvar føroyskar bøkur. Vit eru limir í Barnabókaklubbanum. 

Vit syngja føroyskar sangir, lurta eftir føroyskum fløgum, vitja bókasavn og fara í Norðurlandahúsið, eftir at vit hava svomið. 

Vit syngja við borðið. 

Til jólar og á páskum gera vit jólapynt og páskapynt. Á føstulávint sláa vit m.a. tunnu. 

3-7 ár: 

Vit syngja til borðið. Vit samlast at lurta eftir søgu ella syngja. Norðurlandahúsið verður ofta vitjað. Vit fara til sjónleik og til konsertir. 

Í sangløtuni kvøða og syngja vit. 

Til høgtíðir sum t.d. jól syngja vit jólasangir. Vit fara í kirkju. Vit fortelja jólaevangeliið, og skúlabørnini spæla ein sjónleik og vit dansa um jólatræið. 

Til føðingardagar syngja vit “Tillukku til tín” fyri at heiðra barnið, og flaggið veittrar uttanfyri. 

Dokumentatión: 

Talvan: 

Ein talva hongur uttan fyri hvørja stovu. Hon verður nýtt til felagsboð og at kunna um, hvat børnini takast við. 

Myndir og heimasíða: 

Stórur dentur verður lagdur á at taka myndir, tí myndir siga ofta meir enn orð. Fleiri myndir verða prentaðar út og hongdar upp á plakatir. Børnunum dáma væl at síggja myndir og at fortelja um tær. Eisini er tað lættari at spyrja barnið ítøkuligar spurningar til ein hvønn aktivitet. 

Nógvar myndir verða tiknar gjøgnum vikurnar, og allar verða ikki prentaðar, men á heimasíðuni verða allar myndirnar lagdar út. 

Adressan til heimasíðuna er www.inniagotu.com 

Mappur: 

Øll børnini hava hvør sína mappu. Í mappuni verða tekningar og myndir av barninum goymdar, so barnið og tann vaksni kann fylgja við menningini. 

Ymiskt skapandi: 

Børn eru skapandi, í spæli, í hugflogi osfr. Í gerandisdegnum skapar barnið spæl, tekningar, málningar, og bygningar av klossum. Aðrar tíðir arbeiða vit í verkætlanum. Alt hetta verður 

javnan víst fram, onkuntíð verður lýst við framsýning, og aðrar tíðir kemur tað stillisliga upp at hanga. Líka so nógv, sum hetta prýðir um og ger stovnin livandi, dokumentarar arbeiðið. 

Power-point: 

Av og á royna vit at vísa okkara gerandisdag á ein øðrvísi hátt. M.a. hava vit nýtt framsýning við power-point av verkætlanum á teldu. Vit hava eisini víst myndir á power-point við kanón til m.a. foreldrafundir. 

Gerandisdagurin: 

Spor: 

Vit fylgja sporinum hjá barninum. Spor er, hvat upptekur barnið, t.d. kann tað vera lastbilar og traktorar. Við at fylgja sporinum hjá barninum vaksur áhugin fyri at læra, og so skapa vit ein aktivitet út frá tí evninum. 

Spælistøð og læristøð: 

Tað er ikki tilvildarligt, hvat er í teimum ymisku støðunum í barnagarðinum. Eitt endamál er við øllum. Hesi støðini kalla vit spælistøð og læristøð. Í barnagarðinum eru lærustøðini inni og úti. Dukkukrókurin, lesikrókurin, málikrókurin, bakkuta lendi osfr. Tað er týdningarmikið, at tað er ein ávísur krókur til teir ymisku aktivitetirnir, so barnið fær fordjúpað seg, nýtt sítt hugflog, lærir seg at samstarva og seta orð á osfr. 

Planlegging og skema: 

Vikan verður løgd til rættis, og skrivað verður í eitt skema,hvat er á skránni, og hvør vaksin hevur ábyrdina av teimum ymisku aktivitetunum. Planleggingin er týdningarmikil, tí tað ber til at arbeiða í smáum bólkum, so tað verður meira nærverandi, og hvør einstakur kann fordjúpa seg. 

Við at tilrættisleggja vikuna gerast vit leys av hugsanini um, at vit øll eru saman við øllum børnunum hvønn dag, og tí síggja vit betur tann lítla bólkin, vit eru saman við. 

Á skemanum er: verkstað, túrur, svimjing, stillarúm, sangløta, at vera inni á stovuni og skúlabólkur. Fylgt verður við, nær hvørt barn aftur eigur at hava møguleika til hvønn aktivitet, so øll hava sama ágóðan av tí. 

Hvat gera vit í teimum ymisku aktivitetunum: 

Verkstaðið: 

Gera ymiskt skapandi á verkstaðnum t.d. mála, tekna, finna upp á ymiskt handaligt, sum kann menna hugflogið. 

Stillarúm: 

Lesa søgur, hvíla, lurta eftir tónleiki, hyggja at myndum av børnunum á kanón o.a. 

Sangløtan: 

Læra at syngja ymiskar sangir. Læra at vera í felagsskapi, hava tað stuttligt, lurta, læra dansispøl o.a. 

Inni á stovunum: 

Børnini hava ymiskan tørv og ymskan aldur. 

Vit gera ymisk spælistøð, sum hóska til aldur og avbjóðingar. Vit hava sum áður nevnt føst støð til ymisk spøl á stovninum. Hetta eru støð, har børnini læra av at spæla. 

Eitt nú: 

Lego-Star Wars, Klossar, actionmenn, Police Force, køk, dukkukrók, puslispøl, djór, bilar og bátar, borðspøl, bøkur, sofu og madrassu, slott og kreativa borðið. 

Fastir tættir á stovuni: 

Syngja við borðið. Barnið tekur sín tallerk og kopp av borðinum, tá tað hevur etið, og koyrir matkassan í skápið. Vit eru úti hvønn dag. Verkstað, svimja, skúlabólk, stillarúm, túrar. 

Hvussu síggja vit, at málið er rokkið: 

  •  At barnið trívist og hevur ein vin. 
  • At barnið dugir at merkja seg sjálvan og onnur. 
  • Tá vit kunnu vera nærverandi og vera í smærri bólkum 
  • Tá barnið lærir seg at gerast sjálvhjálpið 
  • Tá børnini loysa trætur á ein friðarligan og samstarvandi hátt. 
  • Tá barnið verður stuðlað í sínum sterku síðum og styrkir tær veiku síðurnar